Felagsdøgurði og pallborðsfundur - alment tiltak

Hósdagin bjóðar Húsið inn til felagsdøgurða og pallborðsfund.

Vit ynskja at sígggja børn, ung, foreldur, systkin, ommur, abbar, langommur, langabbar og øll onnur til ein góðan bita í Húsinum hósdagin frá kl. 17.00 til einki er eftir. Vit selja ein døgurðatallerk fyri 50,- kr (børn undir skúlaaldur 25,- kr), eisini ber til at keypa sær okkurt søtt afturvið einum kaffimunni. Yvirskotið av søluni fer til at stuðla krabbameinsfelagnum. Øll, sum keypa sær ein døgurðatallerk eru samstundis við í lutakastinum um ein jólakalendara frá Nutella.

Kl. 18.30 hava vit fingið umboð fyri allar politisku flokkarnar í Býráðnum at luttaka í einum pallborðskjakið um framtíðiina hjá Húsinum, og at spyrja inn til, hvar tað, sum tey lovaðu okkara børnum og ungu áðrenn valið, liggur nú og um gongd er í.  Árni Gregersen verður orðstýrari.

Umframt tað, so eru vit so heppin, at Christian Rodell hevur roynt seg við bananmix og nutellamix til soft-ice-maskinuna - tað hava tit høvið at verða tey fyrstu sum royna. Tað halda vit er nokk so spennandi.

Seinastu tíðina hava børn og ung gjørt ymiskt, sum tey hugsa at selja fyri at samla pening inn til krabbameinsfelagið, so eisni tí hava tit høvið at stuðla. Sjálvandi hava vit eisini eina heimagjørda bússu, so møguleiki er at stuðla við einum oyra

Vit vóna sjálvandi at síggja nógv fólk - øll eru hjartaliga vælkomin

Byrjar:
23.10.2025 - KL. 17:00
Endar:
23.10.2025 - KL. 23:00

Komandi tiltøk

23 oktober
2025
Rørslu- og spældagur
Hósdag er rørsla og spæl á skránni. Kanska vit gera yoga, kanska vit gera just dance ella kanska vit jonglerað ein bólt. Hvør veit, hvat vit í felag kunnu finna uppá, men í øllum førum fara vit at røra okkum og spæla
23 oktober
2025
Felagsdøgurði og pallborðsfundur - alment tiltak
Hósdagin bjóðar Húsið inn til felagsdøgurða og pallborðsfund. Vit ynskja at sígggja børn, ung, foreldur, systkin, ommur, abbar, langommur, langabbar og øll onnur til ein góðan bita í Húsinum hósdagin frá kl. 17.00 til einki er eftir. Vit selja ein døgurðatallerk fyri 50,- kr (børn undir skúlaaldur…
23 oktober
2025
Húsfundur fyri ung
Á húsfundinum tosa vit um, hvussu tað gongur. Vit taka praktisk ting upp og kunnað um komandi tiltøk ella verkætlanir. Eisini hava tit ungu her ein upplagdan møguleika at gera vart við ting, at koma við huskotum o.s.fr.